Kanningar eru gjørdar av spillivatni og evju frá reinsiverkum, av yvirflatuvatni og av sýnum frá tyrvingarplássum o.ø. Dálkandi evnini, sum stava frá okkara egnu nýtslu, eru oftast at finna í spillivatni frá húsarhaldum og virkjum.
Eisini er botntilfar kannað har tað orsøk er til at halda, at dálkandi evnir síggjast aftur, t.d. tætt við keldur. Harumframt eru kanningar gjørdar í t.d. fiski, sjófugli og havsúgdjórum.
Úrslitini frá hesum kanningum eru lýst í frágreiðingum (á enskum), sum liggja á heimasíðuni hjá Norðurlendska samstarvsbólkinum: www.nordicscreening.org
Kanningarnar higartil:
Omanfyri nevndu kanningar eru gjørdar í sambandi við norðurlendskt kanningarsamstarv, har endamálið hevur verið at lýsa støðuna fyri ymisk dálkingarevni ella bólkar av evnum í umhvørvinum í Norðanlondum (www.nordicscreening.org).
Aðrar kanningar, sum eru partur av regluligu umhvørviseftiransingini á Umhvørvisstovuni, fevna um dálkingarevni, ið kunnu flytast yvir landamørk t.d. kyksilvur og seintniðurbrótilig lívrunnin dálkingarevnir so sum PCB og DDT umframt onnur týningarevni.
PCB og DDT eru kemiskt framleidd evni, sum áður hava verið nógv brúkt í ymiskum vørum og til at basa skaðadjórum. Tey niðurbrótast seint og eru ttí enn at finna í umhvørvinum. Helst eru einstakar gamlar vørur við hesum evnum enn í nýtslu í onkrum húsarhaldi. |
Kanningar verða gjørdar av hvali, fiski, fugli og landsúgdjórum. Harumframt verða kanningar gjørdar av metalum í havbotnstilfari og mosa. Hesar kanningar lýsa meira dálking, sum verður flutt til Føroyar við luft ella sjógvi, tó at lokalar keldur eisini kunnu vera.
Úrslit frá nøkrum av hesum kanningum eru savnað á síðuni: Dálking í tølum, og lýsa gongdina fyri dálkingina við tí ávísa dálkingarevninum. Hesi úrslitini síggjast her
Vit tú vita meira? Um tú hevur spurningar um kemisk evni í vørum, so ring til Umhvørvisstovuna, tlf. 342400 ella skriva til okkara á us@us.fo |
|